Otto skifti kós og fór í staðin til Norra

Otto skifti kós og fór í staðin til Norra
Eitt snarsint lágtrýst, ið fekk navnið Otto, hótti við at koma til Føroya. Men tá avtornaði, so fór tað til Noregs í staðin
Lágtrýstið Otto er í løtuni yvir Suðurnorra og norðaraparti av Danmark
Mynd: Windy.com  
 
17.02.2023 - 14:00

Í eina viku hava veðurfrøðingar á Veðurstovu Føroya fylgt einum lágtrýsti, hvussu eitt lítið og snarsint lágtrýst tók seg upp yvir Norðuratlantshavi og ferðaðist eina leið beint ímóti Føroyum.

Á heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroya verður greitt frá ferðingini hjá Otto. 

Tey tungu og framkomnu telduforritini roknaðu seg fram til, at Otto skuldi havt verið her hjá okkum í dag, fríggjadagin 17. februar.

Tað sá út til, at lágtrýstið skuldi vera her tíðliga á degi, og at vindurin út á dagin fór upp í skrið ella storm við hvirlum upp í ódn.

Ættin skuldi vera landssynningur og sunnan, og so skuldi hann støkka vesturum til vestan einaferð í kvøld.

Otto1.png
Myndin vísir, hvar Otto var kl. 09.45 á leiðini millum Hetland og Suðurnorra.

 

Otto fór til Norra og Danmark

Men, sum vikan gekk, byrjaðu telduforritini at rokna seg fram til nakað annað.

Leiðin hjá lágtrýstinum, sum danska veðurstovan í gjár gav navnið Otto, fór at vera í beinan eystan í staðin.

Úrslitið er, at meðan tað í dag er sól og bláur himmal her hjá okkum, er nú nógvur vindur ávegis í Noregi og Danmark.

Serliga í Danmark kunnu tey vænta sær nógvan vind, og DMI hevur ávarað um storm við hvirlum av ódnarmegi.

Mesti vindurin er vanliga sunnan fyri miðjuna á einum lágtrýsti, so tað er serliga norðari partur av Danmark, at vindurin fer at vera tann mesti.

Otto2.png
Mynd úr fylgisveini av Føroyum kl. 09.45. Tað plettuta skýøkið yvir Føroyum og vestanfyri vísir tað óstøðuga luftrákið av útnyrðingi. Tað hvíta økið eystanfyri eru tey tøttu skýggini við avfalli, sum fylgir Otto á leið eystureftir.

 

Otto hevur ment seg frá einum lítlum lágtrýsti til eitt stórt og máttmikið lágtrýst við skarpleiddum brúgvaløgum.

Saman við einum øðrum lágtrýsti yvir Norskahavi dregur Otto kaldari luft við kavaælingum av útnyrðingi ímóti Føroyum.

Kanska er tað ikki eitt heilt so galið býti, kortini, skriva veðurfrøðingar á Veðurstovu Føroya. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Gott nýggjár 2025
202129
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128