Stjórnarskipanin útsett í tinginum

bannari
Stjórnarskipanin útsett í tinginum
Biðið er um at útseta viðgerðina, tí Poul Michelsen í Framsókn er í farloyvi
Uppskotið um nýggja stjórnarskipan stóð á skránni fyri tingfundin í dag, men málið er útsett, tí annar uppskotsstillarin er í farloyvi.
 
24.10.2012 - 11:04
Uppskotið um stjórnarskipan Føroya, sum skuldi koma til viðgerðar í løgtinginum í dag, kemur ikki til viðgerðar fyrr enn seinni.
 
Orsøkin er, at Høgni Hoydal og Poul Michelsen, sum løgdu uppskotið fram, bóðu formansskapin um at útseta viðgerðina, tí Poul Michelsen er í farloyvi frá løgtinginum.
 
Grein 25-nevnd
 
Høgni Hoydal sigur, at tað ikki er rætt at viðgera uppskotið, meðan Poul Michelsen er í farloyvi, tí Tjóðveldi og Framsókn hava saman  lagt uppskotið fram, og tí Poul Michelsen var formaður í serligu grein-25 nevndini, sum arbeiddi við uppskotinum.
 
Høgni Hoydal sigur, at Poul MIchelsen tekur sæti aftur í løgtinginum um einar tvær vikur, og tá kemur uppskotið til viðgerðar. Formansskapurin skuldi hava fund í morgun at taka støðu til, um uppskotið um stjórnarskipanina skal burturvísast, men av tí sama er tann fundurin útsettur.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313