Biden: Russland fer ongantíð at vinna á Ukraina

Biden: Russland fer ongantíð at vinna á Ukraina
Amerikanski forsetin var í Póllandi í gjár. Hann segði, at kríggið er ein sorgarleikur
Joe Biden, forseti, helt røðu fyri stórari mannfjøld í Warsawa í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
22.02.2023 - 08:43

- Russland fer ongantíð at vinna á Ukraina. Ongantíð.

Tað segði amerikanski forsetin, Joe Biden, millum annað í røðuni, hann helt fyri stórari mannfjøld í pólska høvuðsstaðnum Warsawa í gjár.

- Hetta kríggið var ongantíð neyðugt. Tað var ein sorgarleikur. Putin forseti valdi hetta kríggið. Og fyri hvønn dag, kríggið varir, er tað hansara val. Hann kundi endað kríggið við einum orði. Tað er einfalt, segði amerikanski forsetin.

 

Fær fullan stuðul frá teimum sameindu

- Gevst Russland við innrásini, endar kríggið. Gevst Ukraina at verja seg fyri Russlandi, so endar Ukraina, segði Putin.

Amerikanski forsetin legði aftrat, at USA og øll hini sameindu londini halda fram at stuðla Ukraina í stríðnum móti russiska hersetingarvaldinum.

Eitt álop á eitt Nato-land, er eitt álop á øll NATO-lond, segði hann.

- Vit fara at verja hvønn tumma av NATO-økinum. Putin helt, at hann kundi slíta samgonguna; men NATO er meira sameint enn nakrantíð, segði Joe Biden í røðu síni í Póllandi í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659