Ukrainar vilja sleppa til arbeiðis í Føroyum

Ukrainar vilja sleppa til arbeiðis í Føroyum
Av teimum, sum hava fingið uppihaldsloyvi, hevur fjórði hvør longu fingið arbeiði, og 50 aðrir vilja eisini fegnir sleppa til arbeiðis
Almannaverkið og Útlendingastovan eru farin undir átak at fáa fleiri ukrainar út á føroyska arbeiðsmarknaðin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.02.2023 - 13:11

Fleiri av ukrainunum, sum eru komnir Føroya undan krígnum í heimlandinum, skulu arbeiða í Føroyum.

Tað halda Almannaverkið og Útlendingastovan, sum eru farin undir átak at fáa fleiri ukrainar út á føroyska arbeiðsmarknaðin.

Í øllum førum 119 ukrainar hava fingið uppihaldsloyvi. Fjórði hvør hevur longu fingið arbeiði, og 50 aðrir fegnir vilja fáa arbeiði.

Fleiri av teimum hava seinasta árið verið á málskeiði í føroyskum, sigur Iben Faaborg er sosialráðgevi í Almannaverkinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðndunum:

 

22022023_Ukrainar_og_arbeidi

 

Almannaverkið og Útlendingastovuni hava boðið arbeiðsgevarunum til kunnandi fund í Vinnuhúsinum í morgin klokkan níggju.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961