40 fleiri fráboðanir um kynslig misbrot í fjør

40 fleiri fráboðanir um kynslig misbrot í fjør
Stuldur í sambandi við innbrot vóru eisini nógv fleiri í fjør enn í fyrraárið
Politiið hevur kunngjørt hagtøl fyri 2022.
 
22.02.2023 - 17:45

Í fjør var boðað frá 113 brotum á greinarnar um kynsligt misbrot í revsilógini, so sum neyðtøkur og blygdanarskemd.

Hetta eru 40 fleiri enn í 2021, tá tey vóru 73, og uppaftur fleiri enn í 2020, 2019 og 2018. 

Hetta siga hagtølini hjá politinum fyri 2022.

 

Eisini fleiri stuldrar

Har sæst eisini, at stuldur í sambandi við innbrot vóru eisini nógv fleiri í fjør enn í 2021.

Tey vóru 45 í fjør og 21 í 2021.

Mál um annan stuldur eru 119. Tey vóru 87 í 2021.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928