Føroyar hava torført við at liva upp til heitið 'miðlavælferðarsamfelag'

Um KVFBloggur
Føroyar hava torført við at liva upp til heitið 'miðlavælferðarsamfelag'
Norðurlendsku samfeløgini verða ofta umrødd sum miðlavælferðarsamfeløg. Viðurskiftini fyri miðlarnar í smáu samfeløgunum í útnorði eru tó ørðvísi
Signe Ravn-Højgaard, adjunktur á Grønlands Universiteti
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
10/10/2022 - 13:45

Norðurlendskir miðlagranskarar nevna fýra høvuðseyðkenni, tá teir lýsa miðlarnar í Norðurlondum.

Fyri tað fyrsta eru miðlarnir at meta sum almennir ágóðar. Teir hava týdning fyri fólkaræðið og mentanina, og tí eru teir virðismiklir fyri samfelagið. Semja er í Norðurlondum um, at miðlarnir eiga at fáa stuðul, tí teir kunnu ikki virka á sama stigi undir marknaðartreytum. Stuðulin sæst m.a. aftur í public service-rásunum í ymsu Norðurlondunum.

Fyri tað næsta er miðlapolitikkurin ein týdningarmikil partur av mentanarpolitikkunum. Tá miðlarnir ikki kunnu virka eftir marknaðartreytum – og hava so stóran týdning fyri fólkaræði, mál og mentan – eiga ymsu viðurskiftini, sum ávirka møguleikarnar hjá miðlunum at virka, at avgreiðast innan fyri mentanarpolitisku karmarnar.  

Fyri tað triðja er tað ein høvuðsstevna innan fyri norðurlendskan miðlapolitikk, at miðlarnir skulu vera óheftir. Tað er alneyðugt, at miðlarnir hava frælsi at gera óheftan og kritiskan journalistikk.  

Fyri tað fjórða er miðlapolitikkurin grundaður á breiðar semjur, sum fevna um eitt langt áramál. Slíkar semjur tryggja ein langtíðarpolitikk, har øll viðurskifti, sum viðvíkja miðlunum – t.d. public service, miðlastuðul, miðlaútbúgvingar, fíggjarligir karmar og skattur av stroymingartænastum, verða tikin við í ein breiðan miðlapolitikk. 


Smátjóðir hava serligar avbjóðingar

Smátjóðir hava trupult at røkka ímyndini at vera eitt miðlavælferðarsamfelag, heldur miðlagranskarin Signe Ravn-Højgaard. Hon hevur granskað miðlar í eitt nú Karibisku oyggjunum, Liktinstein, Tonga og í útnorði.  Sambært henni eru tað serliga fimm orsøkir, sum gera, at miðlarnir í útnorði, t.e. Føroyum, Íslandi og Grønlandi, hava aðrar treytir at arbeiða undir enn miðlarnir í størru Norðulondunum.  

Fyri tað fyrsta er tað ein smálandavansi, at kostnaðurin at framleiða eina eind er tann sami sum í størru londunun (diseconomies of scale). Miðlarnir í smátjóðum hava minni orku at standa ímóti lýsingaherferðunum hjá tøknirisunum, tí teir megna ikki at kappast við eitt nú kostnað og sniðgeving. Eisini noyðast miðlar ofta at útveita eitt nú prentingina, og vandi er fyri, at hon dettur burtur. 

Fyri tað næsta kenna tey flestu hvørt annað, og tí kann tað gerast ein avbjóðing at inna kritiskan journalistikk. Í smálondum er talið av vitanarstovnum og serfrøðingum yvirhøvur lægri enn í størru londunum. Tí kann tað vera truplari at finna óheftar keldur. Signe Ravn-Højgaard vísir á hagtøl úr Grønlandi, har talið av óheftum serfrøðingum í tíðindasendingum er lægri enn í eitt nú størru Norðurlondunum.

Fyri tað triðja finst lítil servitan á miðlunum í smærri londunum. Journalistarnir hava sjáldan stundir til at arbeiða við ávísum evnum – eitt nú fíggjarmálum ella vinnuviðurskiftum – burturav. Ein fáment redaktión skal sum meginregla lyfta somu uppgávurnar sum tíðindaredaktiónir í størru miðlunum í størru londunum.

Fyri tað fjórða hevur einstaki medarbeiðarin og einstaki lýsarin størri týdning í smærru samfeløgum. Tann einstaki redaktørurin hevur t.d. stóra ávirkan á tíðindaflutningin í landinum. Tí kann tað koma illa við hjá einum miðli í einum lítlum landi, um ein redaktørur sigur upp, meðan tað hjá eitt nú BBC ikki hevur somu ávirkan. Tað sama ger seg galdandi fyri lýsarar og stuðulsveitarar. Tí eru miðlar í smátjóðum meira viðbreknir, bæði tá tað kemur til starvsfólk og fíggjarligt grundarlag. 

Fyri tað fimta fyllir tað almenna lutfalsliga meira í miðlalandslagnum í smærri londum – júst tí tey eru smá. Tað almenna hevur somu virkisøkir sum í størru londunum, og tí eru lýsingar frá tí almenna týdningarmiklar fyri miðlarnar, tí tær geva miðlunum inntøkur. Signe Ravn-Højgaard heldur, at tað almenna eigur at umhugsa at lýsa í øllum miðlunum. Ein onnur avleiðing av, at tað almenna fyllir lutfalsliga nógv, er, at tey alment settu oftari eru keldur í tíðindaflutninginum enn í størru londunum.  

Samanumtikið heldur Signe Ravn-Højgaard tí, at miðlalandsløgini í Føroyum, Íslandi og Grønlandi ikki hava øll eyðkennini, sum sermerkir miðlalandsløgini í størru Norðurlondunum. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010

Um kvf css