Løgmaður um vinningsbýti: Vit fáa einki gjørt

Løgmaður um vinningsbýti: Vit fáa einki gjørt
Landsstýrið eigur ein triðing av partabrøvunum í BankNordik og fær 87 mió. kr. í vinningsbýti
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
28.02.2023 - 09:42

- Eg skilji væl, at fólk eru ørg inn á stóra vinningsbýtið, men vit fáa ikki gjørt nakað. 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, eftir at BankNordik fríggjadagin kunngjørdi, at bankin fer at rinda partaeigarunum 250 milliónir krónur í vinningsbýti, hóast at yvirskotið einans var 165 milliónir krónur. 

Landsstýrið eigur ein triðing av partabrøvunum í bankanum.

 

(Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

6.000 føroyingar, sum saman við landinum eiga tilsamans 60 prosent í BankNordik, kunnu í næstum vænta at fáa tilsamans 150 milliónir krónur í vinningsbýti.

Landið, sum eigur ein triðing, fær 87 milliónir krónur.

Hoyr samrøðu við løgmann í útvarpstíðindunum: 

 

28022023_Aksel_um_BankNordik

 

Erling Eidesgaard, løgtingsmaður. (Mynd. Bjarni Árting Rubeksen)

 

Í eini tíð við vaksandi inflatión og hækkandi rentum er tað tónadeyvt av BankNordik at fara eftir kjarnukapitalinum fyri at økja vinningsbýtið.

Tað heldur Erling Eidesgaard, løgtingsmaður, sum mælir bankanum til at minka ferðina, í staðin fyri at gera eigararnar uppaftur ríkari.

Hoyr samrøðu við Erling Eidesgaard í útvarpstíðindunum:

 

28022023_Erling_Eidesgaard

 

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672