Skattauppgerð: Fáa 57 milliónir aftur frá Taks

Skattauppgerð: Fáa 57 milliónir aftur frá Taks
Fleiri enn 18.000 skattaborgarar hava goldið ov nógv í skatti, og 2.200 hava goldið ov lítið
Taks hevur gjørt endaligu skattauppgerðina fyri 2022. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
02.03.2023 - 12:00

18.112 fólk, 1.000 fleiri enn í fjør, fáa pengar aftur frá Taks, tí tey hava goldið ov nógv í skatti fyri 2022.

Tey fáa 56,8 milliónir krónur.

So eru tey, sum hava goldið ov lítið í skatti.

Tey eru 2.205, 540 fleiri enn í fjør, og fáa í næstum rokning, tilsamans 6,5 milliónir krónur.

23.620 fólk, tey vóru 23.283 í fjør, hava goldið rættan skatt.

Tey hvørki fáa ella skylda Taks nakran pening.

Tey, sum fáa skattauppgerð, skulu kanna, um hon er røtt.

Er hon ikki tað, skulu fólk boða Taks frá, lata inn sjálvuppgávu við røttum upplýsingum, í seinasta lagi 1. mai. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011