Veðurfrøðingar siga frá veðrinum í sjónvarpinum

Um KVFTíðindi
Veðurfrøðingar siga frá veðrinum í sjónvarpinum
Fríggjadagin 3. mars verða veðurtíðindini aftan á Dag og viku tikin upp aftur, tó í nýggjum hami
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02-03-2023

Nógv minnast helst veðurtíðindini, sum fyrr vóru send í endanum av Degi og viku, og sum seinni blivu send sum støk sending. Tað var veðurgrafikkur frá donskum og norskum veðurstovum, sum verturin í Degi og viku segði frá. Hesin tátturin helt uppat í 2016.

Síðani er samstarv við Veðurstovuna skipað. Veðurstovan er deild undir Vørn, har fýra veðurfrøðingar eru í starvi umframt deildarleiðari og kt-fólk.

Vit tosaðu fyrstu ferð við umboð frá Veðurstovuni fyri umleið tveimum árum síðani. Tá var arbeitt við at fáa veðurtíðindi á føroyskum, ið, sum frá leið, kundu avloysa veðurtíðindi frá DMI. Longu tá var møguleikin við veðurtíðindum í sjónvarpinum umrøddur. Tað treyt ikki við hugskotum, men nógv var eftir at gera, millum annað grafikkur til veðrið, studio og vertsvenjing. Carsten Arnskov, tøkningur í Kringvarpinum, hevur verið við frá byrjan og hevur lagt lag á, og nú er loksins klárt, sigur Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum. 

Tøkningar úr Kringvarpinum vóru í fjør í hølunum hjá Veðurstovuni í Klaksvík og hugdu at útgerðini og løgdu veðurfrøðingunum lag á, so tey kundu byrja at fyrireika seg. Umstøðurnar fyri at gera sjónvarpsinnsløg vóru góðar, men onkur eyka útgerð mátti keypast inn, og Kringvarpið hevur eisini veitt útgerð, so umstøðurnar og hølisviðurskiftini eru sum frægast. 

Myndir: Bjarni Á. Rubeksen. 
 

 

Hanus Kjølbro og Andrias Gregorioussen vera vertir

Hanus Kjølbro og Andrias Gregoriussen, veðurfrøðingar, skiftast um at vera vertir í veðurtíðindunum. 

Teir báðir hava fingið tveir daga vertsvenjing frá John Johannesen, journalisti í Kringvarpinum. 

 

Veðurtíðindi eina ferð um vikuna

At byrja við verða veðurtíðindini eina ferð um vikuna – hvønn fríggjadag eftir Dag og viku – men tað verður spakuliga bygt út.

Nógv samskifti hevur verið um, hvussu leisturin fyri sendingina skal vera, eitt nú um tað skuldi sendast beinleiðis úr veðurstovuni í ávikavist Klaksvík og Havn. Men nú er avgjørt, at sendihátturin verður "live on tape", tað vil siga, at veðurfrøðingarnir taka upp í egnum hølum, og síðani verður tilfarið klipt inn í endan av Degi og viku í óredigeraðum líki. 

 

Arbeiða við heildarloysn 

Veðurstovan er í holt við at menna eina heildarloysn, har m.a. veðurkort og radaradátur verða tøk. Heimasíðan hjá Veðurstovuni er tøk á www.vedur.fo, og hon kann goymast sum app á fartelefonini. Heimasíðan er undir støðugari menning og er tí enn ikki í sínum endaliga líki.  

Í løtuni fær Veðurstovan modelldátur frá øðrum veðurstovnum, men tá eitt lokalt, føroyskt modell er ment, vónandi einaferð seinni í ár, ber til hjá Veðurstovuni at gera egnar modellforsagnir, har miðað verður móti neyvari lokalveðri.

Lokal veðurtíðindi bygd á sannroyndir á ymisku støðunum er eitt átak, ið er farið í gongd. Hetta er tó ikki tøkt á heimasíðuni enn. Til hetta endamál ferðast fólk frá Veðurstovuni runt landið og savna inn vitan frá veðurkønum føroyingum. Hetta hevur eisini siðsøguligt virði, sigur Hanus Kjølbro. 

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744

Um kvf css