KÍ flúgvandi - B36 vann í Sarpugerði

KÍ flúgvandi - B36 vann í Sarpugerði
Páll Klettskarð skoraði fýra ferðir í 7-1 sigrinum hjá KÍ á TB, meðan B36 fekk eina frálíka byrjan og vann 3-0 á Víkingi í Norðragøtu. Fyrsta umfar í Betri-deildini er spælt
Páll Klettskarð var náðileysur og skeyt heili fýra mál ímóti uppflytaranum, TB
 
05.03.2023 - 17:20

KÍ fekk eina flúgvandi byrjan upp á nýggja kappingarárið, tá ið uppflytararnir úr TB vóru sendir suður aftur við einum 7-1 tapi.

Páll Klettskarð skeyt heili fýra mál, eitt var sjálvmál, meðan René Shaki Joensen og Luc Kassi fingu hvør sítt. Málið hjá TB skoraði John Villi Wøldicke.


B36 skelkaði Víking

B36 tók Víking á bóli í Sarpugerði við einum 3-0 sigri. Bæði liðini høvdu kjansir, men Bjarki Nielsen, Magnus Egilson og Taufee Skandari tryggjaðu útiliðnum øll trý stigini.

Við máli frá Sebastiani Lau Nielsen fekk B68 góða byrjan í Gundadali, men Mathias Præst Nielsen, Mikkel Dahl, Mads Borchers og Jákup Thomsen vendu dystinum við hvør sínum máli.

Fjórða dystin í dag vann EB/Streymur 2-0 á AB. Gutti Dahl-Olsen og Rógvi Egilstoft skutu málini í Hólmanum á Eiði.

Í gjár vann 07 Vestur 1-0 á ÍF. Uros Stojanov skeyt málið ímóti sínum gamla felag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744