Spæl føroyskt-vikan sett

Um KVF›Tíðindi
Spæl føroyskt-vikan sett
Allur tónleikurin, sum verður spældur í útvarpinum hesa næstu vikuna, verður føroyskur. Í dag bleiv Spæl føroyskt-vikan sett í Kringvarpinum
Marianna Winter og Ragnar Finsson framførdu til almennu setanina av Spæl føroyskt-vikuni í Kringvarpinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05-03-2023

Á samkomu í forhøllini í Kringvarpi Føroya í kvøld bleiv Spæl føroyskt-vikan sett. 

Tað eru Tónleikasamband Føroya og Kringvarp Føroya, sum samstarva um Spæl føroyskt.

Setanin bleiv send beinleiðis í útvarpinum. 

Dánjal á Neystabø, formaður í Tónleikasambandi Føroya, og Ivan Hentze Niclasen, stjóri í Kringvarpi Føroya, hildu røðu. 

Marianna Winter framførdi til setanina saman við Ragnari Finssyni. 

 

Nógv á skránni

Spæl føroyskt-vikan verður bæði ein vika, har Kringvarpið fer at spæla føroyskan tónleik burturav, men eisini ein vika við framførslum og framløgum við føroyskum tónleiki um alt landið – og enntá á føroyskum sendistovum úti í heimi.

Skráin fyri Spæl føroyskt-vikuna sæst á Facebook-vanganum hjá Spæl føroyskt.

Hæddarpunktið í Spæl føroyskt-vikuni er FMA (Faroese Music Awards), sum verður í Norðurlandahúsinum 11. mars og sent beinleiðis í sjónvarpinum.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101

Um kvf css