Spæl føroyskt: Føroyskur tónleikur á breddanum alla vikuna

Spæl føroyskt: Føroyskur tónleikur á breddanum alla vikuna
Setanin av Spæl føroyskt-vikuni í Listastovuni í Miðvági í kvøld skilmarkar, at føroyskur tónleikur verður á breddanum alla vikuna, bæði í útvarpinum og úti í samfelagnum
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.02.2025 - 21:30

Árliga Spæl føroyskt-vikan var í kvøld sett í hugtakandi Listastovuni í Miðvági, ið telist millum virknastu og mest sermerktu spælistøð í landinum.

Talan er um gamla møtisalin hjá Brøðrunum í Miðvági, Salem, ið nú eisini hýsir alskyns tónleikatiltøkum. 

Hátíðardámur var yvir løtuni, har Vágakórið legði eina tignarliga grund fyri setanini. 

 

Myndir: © Bjarni Árting Rubeksen

 

Borgarstjóri í Vága kommunu, Bjarni Prior, bjóðaði vælkomin, tá Vágakórið hevði sungið. Bjarni Prior vísti á, at íløgan í tónleik er ein íløga í okkara framtíð.

"Tónleikur er ein týdningarmikil partur av okkara samfelagi, okkara trivnaði og okkara mentan. Tí eiga vit øll – kommunur, stovnar og fyritøkur – at stuðla undir tónleikamentanina í nærumhvørvinum, soleiðis at vit fáa fleiri pallar, fleiri møguleikar og eina sterkari tónleikamentan."

 

Bjarni Prior, borgarstjórin, segði eisini, at hóast eldhugað sjálvboðið arbeiði er avgerandi fyri, at Listastovan er til, er tað eisini neyðugt við tryggum og góðum fysiskum karmum.

"Vága kommuna ynskir at vera ein virkin partur í áhaldandi at betra um hesi karmar, soleiðis at Listastovan framhaldandi kann virka og mennast sum eitt livandi spælistað. Kommunan vil bæði stuðla undir tað sjálvbodna arbeiðið og tryggja, at Listastovan hevur eitt stað at húsast við umstøðum, sum eru hóskandi til framførslur av høgari góðsku."

 

Síðani framførdu næmingar úr Skúlanum á Giljanesi tveir lokalar slagarar, "Válandi heim" hjá Tinganesti og "Húsabrekku Blues" hjá Vágaverki.

Framførslan staðfesti, at Vágasound, við spaghetti western-ljómarum og hópin av chorus og phasara á gittaranum, livir væl har vesturi, eisini millum tey heilt ungu. 

 

Katrin Petersen, virkandi kringvarpsstjóri, gjørdi í síni røðu vart við, at Spæl føroyskt-vikan er fyrst og fremst fyri føroyingar. 

"Hetta er ein vika, har vit loyva okkum at vera innforstaðin. Lurta eftir tónleiki bara fyri okkara egnu skyld. Tað kann gott vera, at fólk aðrastaðni kunnu dáma sangirnar eisini, men 'Kvøld á Tinganesi' og 'Vágagellan' og 'Eitt sunnukvøld í plantasjuni' og so nógvir aðrir hava eina søgu, sum fyrst og fremst tey, sum sjálvi hava drukkið øl á Tinganesi ella gingið gjøgnum plantasjuna ella hava verið í dansi í Sørvági, fata."  

 

Síðsti røðari á listanum var Dánjal á Neystabø, formaður í Tónleikasambandi Føroya. Hann vísti á, at vit føroyingar eru heimsmeistarar í at ljóða føroyskt, og tí er tað upplagt, at vit hava ein Spæl føroyskt-viku.

"Tí um vit ikki spæla føroyskt, hvør skal so?"

 

Glóðheitasta navnið á føroyska tónleikapallinum, Aggrasoppar, settu punktum fyri setanina av Spæl føroyskt-vikuni við einari feitari framførslu. 

 

Upphavið til Spæl føroyskt-vikuna er, at í sambandi við FMA (Faroese Music Awards) hevur KVF seinastu árini spælt føroyskan tónleik burturav í útvarpinum í eina viku áðrenn FMA. 

Seinnu árini er Spæl føroyskt-vikan víðkað til eisini at fevna um konsertir og onnur tiltøk, sum Tónleikasambandið samskipar í eini Spæl føroyskt-skrá. 

 

Hóast Spæl føroyskt-vikan bleiv sett í kvøld, so tjóvstartaði skráin longu í vikuskiftinum við eitt nú einari spennandi konsert við Silvurdrongi og Marius DC í júst Listastovuni í Miðvági. 

Umframt konsertirnar, so eru eisini hópin av alskyns tiltøkum fevnd av Spæl føroyskt-vikuni, eitt nú sangløtur av alskyns slagi. 

 

>>Sí alla Spæl føroyskt-skránna HER

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 15. desember
RagnarRokk: Junior Bourcier um Atomik Train
201536
Mánadag 15. desember
Góðan morgun Føroyar
201507
Mánadag 15. desember
Morgunlestur mánadagur 15.desember 2025
200534
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424