Tómligt í matvøruhandlunum

Tómligt í matvøruhandlunum
Eitt íslendskt farmaskip noyddist at venda aftur, og tí koma vørurnar neyvan fyrr enn í annaðkvøld ella fríggjamorgunin
Viðskiftafólkini noyðast at brynja seg við toli, tí vørurnar koma neyvan fyrr enn í annaðkvøld ella fríggjamorgunin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
08.03.2023 - 13:03

Tað er tómligt á hillunum í fleiri matvøruhandlum í løtuni. 

Íslendska farmaskipið Dettifoss noyddist um vikuskiftið bróta ferðina til útnorður av og fara aftur til Aarhus, og tí mangla fyrst og fremst feskar vørur á hillunum.

 

Dettifoss noyddist at venda aftur, og tí eru vørurnar til m.a. matvøruhandlarnar seinkaðar. (Mynd: Faroe Ship)

 

Farmaskipið skuldi koma til Føroya sunnudagin, men vørurnar koma neyvan fyrr enn í annaðkvøld ella fríggjamorgunin.

- Vit mangla nógvar feskar vørur, sigur Bent Lundsgaard, deildarstjóri í FK í Hoyvík.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

08032023_Vorutrot



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096