Nógv felli í norsku alivinnuni

Nógv felli í norsku alivinnuni
58 milliónir laksar millum annað av sárum, trupulleikum við táknunum og bakterium í norsku alibrúkunum í fjør
Nógv sjúka er í norsku alivinnuni.
Mynd: Veterinærinstituttet.  
 
09.03.2023 - 14:53

Norska alivinnan stríðist framvegis við nógvari sjúku.

Tað staðfestir nýggjasta frágreiðingin hjá norska djóralæknastovninum.

NRK skrivar, at sambært frágreiðingini doyðu 58 milliónir laksar millum annað av sárum, trupulleikum við táknunum og bakterium í norsku alibrúkunum í fjør. Hetta fellið er met í vinnuni fyri eitt ár.

Trupulleikarnir stava sambært frágreiðingini frá intensivari framleiðslu og vaksandi brúki av avlúsing.

 

Ala ov hart

- Øktu tilburðirnir av táknu- og bateriusjúkum og ymsum sártrupulleikum, koma sambært Edgar Brun, deildarstjóra á djóralæknastovninum, frá strongd, trongsli og skaddum fiski, tá alt verður ov hart.

Í fjør var nøkulunda tamarhald á virussmittu í vinnuni, men alsamt fleiri bakteriusjúkur vera staðfestar, stendur í frágreiðingini.

Tað er stórur munur á, hvar í Noregi størstu trupulleikarnir eru við felli. 

Har suðuri frá Karmøy til Sotra var fellið 23,7 prosent í fjør, og longri norðuri - frá Kvaløya til Loppa - var tað 9,1 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083