Hálv triðja millión í avlopi

Hálv triðja millión í avlopi
Realkredittlánini hjá Suðuroyar sparikassa vuksu 36 prosent í fjør
Í dag eru 25 prosent av øllum 1. veðrættum hjá Suðuroyar sparikassa fíggjað við realkredittum.
 
10.03.2023 - 14:59

Ársúrslitið hjá Suðuroyar sparikassa í fjør var 2,5 milliónir í avlopi fyri skatt. Hetta eru 100.000 krónur minni enn árið fyri.

Grundraksturin vaks úr 3,7 mió. kr. í 2021 upp í 5,8 mió. kr. í 2022, upplýsir Suðuroyar sparikassi.

Í sambandi við útlán, vuksu realkredittlánini munandi, heili 36 prosent. Í dag eru 25 prosent av øllum 1. veðrættum hjá Suðuroyar sparikassa fíggjað við realkredittum.

- Í fjør sóu vit, at kundarnir valdu realkreditt, og við ársenda hevði Suðuroyar sparikassi veitt 31 prosent av allari nýggjari realkredittfígging á føroyska marknaðinum, sigur Søren L. Bruhn, stjóri.

Solvensurin hjá sparikassanum vaks úr 22,2 prosentum upp í 22,3 prosent frá 2021 til 2022.

Lógarkravið til samlaða solvensin hjá Suðuroyar sparikassa er 20,7 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096