Kann taka fleiri tímar at rudda kavan burtur

Kann taka fleiri tímar at rudda kavan burtur
Hált er um alt landið og jarðrok, og summastaðni er bara annað sporið grivið
Gravimaskinurnar hjá Landsverki hava úr at gera. Henda myndin er tikin oman fyri Hov í morgun.
Mynd: Landsverk  
 
13.03.2023 - 08:27

Nógvur kavi er komin niður ymsastaðni kring landið í gjárkvøldið og í nátt, og í støðum kann tað fara at taka fleiri tímar at rudda kavan á landsvegnum, so tað verður koyrandi aftur.

Tað sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki.

Hált er um alt landið og jarðrok.

 

Soleiðis sá út á Oyndarfjarðarvegnum í morgun. (Mynd: Landsverk)

 

Í Suðuroynni er ikki koyrandi millum Vág og Sumba og á Fámjinsvegnum, og koyrandi er ikki til eysturbygdirnar í Sandoynni.

Koyrandi er ikki á Ouggjarvegnum og á Selatraðarvegnum, Gjáarvegnum, Elduvíkavegnum og Saksunarvegnum.

Bara annað sporið er grivið millum Hvannasund og Viðareiði. 

Árni Jacobsen segði soleiðis fyri einum hálvum tíma síðani:

 

13022023_Arni_Jacobsen

 

Sí nýggjastu koyrilíkindi frá Landsverki her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928