Ikki fleiri ískoytisútbúgvingar á Glasi

Ikki fleiri ískoytisútbúgvingar á Glasi
Ætlanin er at eftirmeta verandi skipan og endurskoða lógarverkið, sigur landsstýrismaðurin í útbúgvingarmálum
Ein spurningur er, um ein møguleiki kundi verið at skipa eitt vinnuakademi á Glasi, ella um hægri nám meira eigur at vera knýtt at Fróðskaparsetrinum, sigur landsstýrismaðurin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
13.03.2023 - 08:58

Eingin ætlan er um at gera fleiri ískoytisútbúgvingar á Glasi.

Fýra slíkar útbúgvingar eru. Tær eru byggifrøði, innovatión og íverksetan, HD og diplom í leiðslu.

Ætlanin er at eftirmeta verandi skipan og endurskoða lógarverkið.

Ein spurningur er, um ein møguleiki kundi verið at skipa eitt vinnuakademi á Glasi, ella um hægri nám meira eigur at vera knýtt at Fróðskaparsetrinum.

 

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, hevur fingið svar frá Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

263 næmingar innskrivaðir

Tað sigur Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sum hevur svarað Beini Johannesen, løgtingsmanni, sum spurdi um ískoytisútbúgvingar.

Ein ískoytisútbúgving er ein professións-bachelorútbúgving, sum kann takast upp á hálvt annað ár, tá fólk longu hava tikið eina styttri framhaldsútbúgving.

Landsstýrismaðurin upplýsir, at síðani Glasir var stovnaður í 2015, eru 263 innskrivað á eina  akademiútbúgving í hægri námi.

Samstundis hava 290 fólk verið í gongd við eina akademiútbúgving í Danmark. 

Í dag lesa 756 føroyingar í Danmark, 115 teirra taka eina akademiútbúgving. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096