Bæði lógligt og ikki at lýsa við alkoholi í Føroyum

Bæði lógligt og ikki at lýsa við alkoholi í Føroyum
Andsøgn er millum marknaðarføringarlógina og rúsdrekkalógina
Andsøgn er millum marknaðarføringarlógina um rúsdrekkalógina, tá ið ræður um at lýsa við alkoholi í Føroyum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
14.03.2023 - 09:12

Tað er ólógligt at lýsa við vørum við alkoholi í í Føroyum. Og tó.

Samanborið við tað, sum hendir, so flýtur eitt sindur millum tær báðar lógirnar, ið stýra hesum - marknaðarføringarlógin og rúsdrekkalógin.

Rúsdrekkalógin sigur, at tað er ikki loyvt at lýsa við rúsdrekka í Føroyum. Henda lógin var smíðað, áðrenn loftrúm og fipurkaðalar millum lond tóku yvir stóran part av miðlaheiminum.

 

Rannvá Sólheim er Brúkaraumboð.

 

Marknaðarføringarlógin sigur, at tað er ikki loyvt at eggja ungum undir 18 ár at drekka rúsdrekka.

Her er eitt hol, tí fyritøkur, sum framleiða rúsdrekka, kunnu ikki lýsa í føroyskum miðlum og bløðum, men tær kunnu lýsa so galið, tær vilja, á eitt nú Facebook og Instragram.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14032023_Rannva_Solheim

 

Tað hendir javnan, at føroyskar fyritøkur lýsa við alkoholi á útlendskum sosialum miðlum.

Seinastu tíðina hevur m.a. verið ein lýsingarherferð hjá einum bryggjaríi og brennaríi, sum fyllir hálvrunt.

   
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096