Á Breddanum: Toskastovnurin fyri hóttafalli

Á Breddanum: Toskastovnurin fyri hóttafalli
ICES mælir til, at vit gevast toskafiskiskapinum á landsgrunninum í ár og næsta ár
Toskastovnurin er fyri hóttafalli. Evnið verður viðgjørt í Breddanum í dag.
 
15.03.2023 - 09:34

Toskastovnurin kann standa fyri hóttafalli.

Sambært Havstovuni er gýtingarstovnurin av toski ein triðingur av teimum knapt 30.000 tonsunum, sum Havstovan sigur, at lágmarkið er fyri gýtingarstovnin. 

Og altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, heldur, at Føroyar eiga at gevast við toskafiskiskapi á landgrunninum bæði í ár og næsta ár.

Men hendan myndugleikan hevur Havstovan ikki. Havstovan kann bara mæla til at skerja fiskidagarnar fimm prosent, um veiðan skal avmarkast.

Vit tosa við Petur Steingrund, deildarleiðara á Havstovuni.

 

Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, vera í útvarpsstovuni.

 

Løgtingið fer í dag at viðgera tvey uppskot um hjálparpakkar til sperdar familjur í dag. Annað er frá landsstýriskvinnuni í almannamálum, og hitt er frá Sambandsflokkinum.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, og Erhard Joensen í Sambandsflokkinum, vera í útvarpsstovuni.

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo. klokkan 10.

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096