Danir spyrja Føroyanevndina um samkynd í Føroyum

Danir spyrja Føroyanevndina um samkynd í Føroyum
LGBT í Danmark vil hava at vita, hvørji rættindi samkynd, sum eru skrásett í parlagi í Danmark ella í Grønlandi, hava í Føroyum
LGBT Danmark hevur nú vent sær til Føroyanevndina hjá fólkatinginum við spurningum um støðuna hjá samkyndum í Føroyum
 
10.09.2013 - 10:35

Eftir at hava roynt til fánýtis í nøkur ár at fingið svar bæði í Danmark og Føroyum, hevur LGBT Danmark vent sær til Føroyanevndina hjá fólkatinginum og gjørt vart við støðuna. Felagsskapurin vil hava at vita, hvørji rættindi samkynd, sum eru skrásett í parlagi í Danmark ella í Grønlandi, hava í Føroyum.

Men einki svar fæst, hvørki úr Føroyum ella Danmark, hóast nógvar ferðir er spurt. LGBT Danmark vil hava at vita, um skrásett parlag ella hjúnaband millum samkynd í Danmark verður viðurkent í Føroyum.

Tvígifta

Um til dømis ein maður, sum er í skrásettum parlagi ella hjúnabandi við manni í Danmark, fer til Føroya og giftist kvinnu her, gerst hann so sekur í bigamii, tvígiftu? spyr LGBT Danmark.

Um kvinnur í parlagi, har onnur eigur barn og hin ættleiðir barnið sum stjúkbarn, flyta til Føroya, hevur barnið so løgfrøðiliga bara eitt foreldur, er triði spurningurin, sum Føroyanevndin hjá fólkatinginum hevur fingið frá LGBT Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655