Jákup Sverri kannar botnfisk á Føroyabanka

Jákup Sverri kannar botnfisk á Føroyabanka
Fiskurin verður mátaður og vigaður, og eisini verða nytrur tiknar til aldursgreiningar
Umhvørhvisstovan fer eisini at gera neyvar uppmátingar av botninum á bankanum, meðan Jákup Sverri trolar, og um náttina.
 
15.03.2023 - 11:02

Í næstu viku fer havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, á Føroyabanka at gera kanningar í sambandi við árligu yvirlitstrolingina um várið.

Umframt at kanna støðuna hjá botnfiski á bankanum, verður nøgdin av e-DNA í vatnroyndum eisini kannað. 

Umhvørhvisstovan fer eisini at gera neyvar uppmátingar av botninum á bankanum, bæði meðan trolað verður og um náttina.

 

29 hál

Endamálið við rannsóknartúrinum á Føroyabanka er at fylgja við nøgdini av botnfiski. Tað verður gjørt við at taka 29 hál, sum eru ein tíma hvør, kring allan bankan, har mannagongdin er tann sama sum onnur ár.

Fiskurin verður mátaður og vigaður, og eisini verða nytrur tiknar til aldursgreiningar. Magar verða eisini kannaðir. Úrslitini verða samanborin við onnur ár.

Havstovan skrivar, at spennandi verður at vita, um tann góða gongdin við toskinum á Føroyabanka heldur fram, og um nøgdin av hýsu framvegis er líka stór sum seinastu árini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666