Nýtt svenskt farmaskip í FAS

Nýtt svenskt farmaskip í FAS
Vingaren er annar nýbygningurin, sum er skrásettur í FAS í ár
Farmaskipið Vingaren er bygt í Kina.
Mynd: Marine Traffic  
 
15.03.2023 - 13:49

Spildurnýggja svenska farmaskipið, Vingaren, er nú skrásett í FAS, føroysku altjóða skipaskrásetingini.

Skipið er 6.272 bruttotons og 115,5 metrar langt. Tað er bygt í Kina.  

 

Tórshavn, stendur á hekkuni á svenska farmaskipinum, sum er skrásett í FAS. (Mynd: Marine Traffic)

 

Hetta er annar nýbygningurin, sum er skrásettur í FAS í ár. 

Farmaskipið, Baltic Crystal, var skrásett har 22.februar. 

Fýra skip eru skrásett í FAS higartil í ár. Eitt er farið úr skipaskrásetingini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083