Á Breddanum: Kjak um tilfeingisrentu og tilfeingisgjald

Á Breddanum: Kjak um tilfeingisrentu og tilfeingisgjald
Samgongan ætlar at taka meiri frá Barentshavsflotanum í tilfeingisgjaldi, men ikki alla tilfeingisrentuna
Hesir fýra fara at kjakast um fiskivinnumál í Breddanum fyrrapartin.
 
16.03.2023 - 09:21

Aðalorðaskifti um fiskvinnuna var í løgtinginum týsdagin, og 10. mars fór eitt uppskot um tilfeingisgjøld til hoyringar. 

Samgongan ætlar at taka meiri frá Barentshavsflotanum í tilfeingisgjaldi, men ikki alla tilfeingisrentuna.

Lítið og einki er broytt, tá ið ræður um uppsjóvarfisk, men nú skulu reiðarar selja makrelkvotur á opnum marknaði

So síggja vit, hvat tilfeingisrentan er, sigur forkvinnan í fíggjarnevndini. Men ber til at taka tilfeingisrentuna inn, tá hon er keypt og seld millum aktørar?

Í Breddanum fyrrapartin verður fiskivinnukjak millum Dennis Holm, landsstýrismann í fiskivinnumálum, Aksel V. Johannesen, løgmann, Bárð á Steig Nielsen, fyrrverandi løgmann, og Jacob Vestergaard, fyrrverandi landsstýrismann í fiskivinnumálum.

Breddin í útvarpinum og á kvf.fo klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Sunnudag 29. mars
Guðstænasta úr Kaldbaks kirkju
206399
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444
Mánadag 30. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
206430
Sunnudag 29. mars
Andakt
206401