Landsrætturin herdi revsingina í neyðtøkumáli

Landsrætturin herdi revsingina í neyðtøkumáli
Í metingini av revsingini legði Eystari Landsrættur m.a. dent á, at talan var um neyðtøkur, sum vóru framdar við harðskapi
Ein 26 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur - aðra í desember 2018 og hina í november 2019. (Savnsmynd)
 
16.03.2023 - 13:17

Eystari Landsrættur hevur hert revsingina til tvey ára treytaleysa fongulsrevsing í einum máli um tvær neyðtøkur.

Ein 26 ára gamal maður var ákærdur fyri at hava neyðtikið tvær kvinnur - aðra í desember 2018 og hina í november 2019. Harumframt var maðurin ákærdur fyri at hava framt harðskap móti tí einu kvinnuni í einari aðrari hending fyrr um dagin.

Maðurin, sum noktaði seg sekan, bleiv í Føroya Rætti dømdur eitt ár og átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing.

 

Ákæruvalið viðhald

Hesa revsingina herdi Landsrætturin í gjár til tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing, sum eisini var kravið hjá ákæruvaldinum.

Í metingini av revsingini legði Eystari Landsrættur m.a. dent á, at talan var um neyðtøkur, sum vóru framdar við harðskapi. 

Neyðtøkurnar vóru framdar, áðrenn revsingin fyri neyðtøku var gjørd strangari í juni 2022, og revsingin tekur tí útgangsstøði í gomlu rættarstøðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096