Innflutningurin vaksin tríggjar milliardir seinasta árið

Innflutningurin vaksin tríggjar milliardir seinasta árið
Stóri vøksturin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av skipum og flogførum, ið vaks 1,4 milliardir krónur
Innflutningurin frá februar í fjør til januar í ár var tilsamans 12,6 milliardir kr. (Savnsmynd: Hagstovan)
 
16.03.2023 - 14:27

Innflutningurin frá februar í fjør til januar í ár var 12,6 milliardir krónur, sum eru 3,2 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.

Tað vísa tøl frá Hagstovuni. 

Stóri vøksturin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av skipum og flogførum, ið vaks 1,4 milliardir krónur.

Innflutningurin av brennievni er vaksin 938 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri.

Prísirnir vóru hægstir á sumri í fjør summarið 2022, tá innflutningsprísurin a brenniolju var oman fyri átta krónur liturin  Nú er innflutningsprísurin umleið 7 krónur liturin,

Innflutningurin 'til hav- og landbúnað' er vaksin 282 milliónir krónur ella 45,4 prosent. Meginparturin er alifóður.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096