Stríðsval um sessin sum forkvinna í Heilsurøktarafelagnum

Stríðsval um sessin sum forkvinna í Heilsurøktarafelagnum
Sitandi forkvinna, Bingerð H. Fosságil, og Anna Kristina Hansen stilla upp
Bingerð H. Fosságil hevur verið forkvinna í Heilsurøktarafelagnum síðani august 2021.
 
16.03.2023 - 16:07

Stríðsval verður um sessin sum forkvinna í Heilsurøktarafelagnum.

Tá freistin at stilla upp til forfólkasessin fór í gjár, var greitt, at tvær kvinnur stilla upp.

Tær eru Bingerð H. Fosságil, sum hevur verið forkvinna í felagnum síðani august 2021, og Anna Kristina Hansen.

Valt verður elektroniskt, og forfólkavalið verður frá 27. mars til 3. apríl.

 

Tveir nevndarsessir

Fýra kvinnur stilla upp til tveir nevndarsessir í Heilsurøktarafelagnum.

Linda Arnfríðardóttir og Malan Hansen hava sitið í nevndini síðani apríl 2021, og tær stilla báðar uppaftur.

Anna Kristina Hansen og Annika E. Breiðaskarð stilla eisini upp til nevndarvalið. 

Aðalfundurin hjá Heilsurøktarafelagnum verður í ár hildin í Kongshøll hin 22. apríl.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011