Dagstovnar í Vestmanna vera ítróttadagstovnar

Dagstovnar í Vestmanna vera ítróttadagstovnar
Ítróttadagstovnaøkið í Vestmanna verður fyrsta av sínum slag í Føroyum
Dagstovnarnir í Vestmanna kommunu kunnu nú rópa seg góðkendar ítróttadagstovnar, har ítróttur, spæl og rørsla er í miðdeplinum.
Mynd: Vestmanna kommuna  
 
17.03.2023 - 09:23

Í dag verður dagstovnaøkið í Vestmanna góðkent sum ítróttadagstovnaøki av Dansk Itrætsforbund og VIA University College í Aarhus.

Við hesum sleppa dagstovnarnir í kommununi at kalla seg góðkendar ítróttadagstovnar, har ítróttur, spæl og rørsla er í miðdeplinum. 

Ítróttadagstovnaøkið í Vestmanna verður fyrsta av sínum slag í Føroyum.

 

 

Í góðkenningartilgongdini hava leiðsla og starvsfólk verið á førleikamennandi skeiði, har undirvíst hevur verið í, hvussu ítróttur kann brúkast sum námsfrøðiligt amboð at styrkja kropsligu, kognitivu, sálarligu og sosialu førleikarnar hjá børnunum.

Skipað verður fyri almennari móttøku í ítróttarhøllini í Vestmanna í dag klokkan 15.

Sára Jógvansdóttir, varaborgarstjóri, Djóni Nolsøe Joensen, landstýrismaður, Magni Mohr professari í ítróttarfysiologi, og Andras Nolsøe, ítróttarráðgevi hjá ÍSF, halda røðu.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096