Landsrætturin staðfesti dómar um hassj-smugling

Landsrætturin staðfesti dómar um hassj-smugling
Allir dómarnir eru treytaleysir
Landsrætturin hevur staðfest dómarnar, sum trý fólk fingu í Føroya rætti fyri at smugla hassj. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
17.03.2023 - 10:58

Eystari landsrættur staðfesti í gjár dómarnar, sum trý fólk fingu í Føroya rætti í juni fjør fyri at smugla 9,3 kilo av hassji til Føroya.

Ein 20 ára gomul kvinna fekk eitt ár og tríggjar mánaðir í fongsul, og tveir menn, annar 19 ár og hin 26 ár, fingu ávikavist hálvtannað ár og tvey ár. 

Allir dómar eru treytaleysir.

Maðurin, sum fekk tvey ár, var royndarleyslatin, tá hassjið kom. Hann hevði hálvt ár eftir av einum gomlum dómi. Tað er lagt afturat dóminum, hann nú hevur fingið.

 

Dømd eftir rúsevnislógini

Ákæruvaldið vildi hava fólkini dømd eftir revsilógini, tí talan er um so nógv hassj.

Men dómsvaldið sigur, at markið millum revsilógina og rúsevnislógina er 10 kilo.

Fólkini eru dømd eftir rúsevnislógini.

Ákæruvaldið er nøgt við dómarnar, tí teir vóru sambært tí, sum ákæruvaldið kravdi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096