Assad roynir at draga tíðina út

Assad roynir at draga tíðina út
Bretland og Ísrael ivast í avtaluni, sum Sýrialand og Russland hava gjørt um kemisku vápnini í Sýrialandi
 
10.09.2013 - 15:00

Avtalan millum Sýrialand og Russland um, at Sýrialand skal útflýggja sínar goymslur av kemiskum vápnum til burturbeiningar, kann vera eitt taktiskt stig fyri at draga tíðina út.

Tað sigur bretski verjumálaráðharrin, Philip Hammond.

Sambært sýriska uttanríkisráðharranum er Sýrialand gingið við til at útflýggja kemisku vápnini til tess at forða fyri, at USA skal leypa á.

Eisini Ísrael

Eisini Ísrael ivast í avtaluni. Formaðurin í uttanríkis- og verjunevndini í ísraelska tinginum, Avigdor Lierbermann, hevur sagt við ísraelskt útvarp, at Assad, forseti, hevur góðtikið uppskotið fyri at vinna tíð.

USA og onnur lond í vesturheiminum hava seinastu vikurnar lagt stórt trýst á sýriska forsetan og hótt við at leypa á Sýrialand. Assad, forseti, verður lagdur undir at hava skipað fyri eiturgass-álopinum uttan fyri Damaskus 21. august, sum kravdi umleið 1400 mannalív

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334