Landsrætturin viðger mál um neyðtøku og trygdarvarðhald

Landsrætturin viðger mál um neyðtøku og trygdarvarðhald
Maðurin var dømdur fyri tvey rán – annað í 2019 og hitt í 2022 – og fyri eina neyðtøkuroynd í mars 2022
Bæði dømdi maðurin og ákæruvaldið skutu dómin inn fyri landsrættin. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
20.03.2023 - 09:37

Eystari landsrættur viðger í dag eitt mál um neyðtøku og trygdarvarðhald. 

Ein maður um 30 ára aldur var í nevningatingi í Føroya Rætti í november í fjør dømdur trygdarvarðhald í einum máli um neyðtøkuroynd og fyri at hava rænt frá kvinnum.

Maðurin var dømdur fyri tvey rán – annað í 2019 og hitt í 2022 – og fyri eina neyðtøkuroynd í mars 2022.

Í rættinum kom fram, at maðurin áður hevði leitað eftir filmum um neyðtøku á netinum, og í lógarbrotum, sum hann fyrr er dømdur fyri, hevur kravið frá ákæruvaldinum eisini verið trygdarvarðhald. 

 

Serliga vandamikil

Trygdarvarðhald verður brúkt, tá ákærd eru mett at vera serliga vandamikil fyri onnur. Og vandi skal vera fyri, at ákærd endurtaka tey brot, tey áður eru dømd fyri.

Eingin tíð er fyri trygdarvarðhald. Men fimm ár eftir dómin skal rætturin meta, um trygdarvarðhaldið skal halda fram. 

Skal tað halda fram, skal rætturin síðani annaðhvørt ár meta um málið.

Fyri at fáa dóm um trygdarvarðhald krevst, at ákærda fólkið er mentalkannað.  

Maðurin kærdi dómin, og ákæruvaldið kontrakærdi dómin.

Meira verður at frætta um málið í tíðindunum á døgurða. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096