527 hvalir løgdu beinini í fjør

527 hvalir løgdu beinini í fjør
Fimm grindir vóru, og tær størstu vóru í Havn
Tvær grindir vóru í Sandagerði í fjør. (Savnsmynd)
 
21.03.2023 - 11:13

527 hvalir, sum vóru tilsamans 3.867 skinn, løgdu beinini í fimm grindum í fjør, vísa tøl hjá Hagstovuni.

Tvær grindir vóru í Havn í fjør. 288 hvalir upp á tilsamans 2.253 skinn løgdu beinini í Sandagerði.

Í Vági doyðu 119 hvalir. Teir vóru tilsamans 793 skinn. 

Á Sandi løgdu 101 hvalur beinini. Grindin var tilsamans 686 skinn.

Og ein grind doyði í Syðrugøtu. Hon var 19 hvalir og 136 skinn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096