Bara Blákrossheimið er góðkent sum viðgerðarstovnur

Bara Blákrossheimið er góðkent sum viðgerðarstovnur
Frælsi og Heilbrigdi eru góðkend fyribils, tí summi viðurskifti vóru ikki nøktandi, sigur Landsgrannskoðanin í frágreiðing
Heilsutrygd góðkendi Blákrossheimið sum viðgerðarstovn í 2021.
 
22.03.2023 - 13:32

Landsgrannskoðanin hevur latið løgtingsgrannskoðarunum frágreiðing um viðgerðarstovnarnar Blákrossheimið, Frælsi og Heilbrigdi. 

Í frágreiðingini hevur Landsgrannskoðanin lýst bygnað og leiðslu hjá viðgerðarstovnunum, um eftirlitini hjá Heilsutrygd og Landslæknanum eru framd, og um viðgerðarstovnarnir eru góðkendir og fylgja ásetingunum í góðkenningini frá Heilsutrygd.

Frágreiðingin lýsir eisini játtanar- og roknskaparviðurskifti seinastu fimm árini. Talan er um tríggjar sera ymiskar stovnar, sigur landsgrannskoðarin. 

Blákrossheimið hevur virkað síðani 1984, og byggir á kristiligt grundarlag samsvarandi viðtøkum hjá Bláa Krossi Føroya, sum velur nevnd at stýra heiminum. 

Frælsi hevur síðani 2017 virkað sum viðgerðarstað fyri ung ímillum 18 og 24 ár.  Viðgerðarhátturin er sambært meginreglunum hjá Frelsunarherinum í Noregi.  

Høvuðssætið hjá Frelsunarherinum í Noregi velur eitt stýri at leiða stovnin. 

Heilbrigdi hevur síðani 1986 bjóðað persónum viðgerðir eftir Minnesota-fyrimyndini. Landsstýrisfólkið í heilsumálum velur nevnd at stýra stovninum.

 

Frælsi á Eiði.

 

Heilbrigdi á Velbastað. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Heilsutrygd skal góðkenna

Stovnarnir skulu góðkennast, og ta uppgávuna eigur Heilsutrygd.

Og Heilsutrygd góðkendi í desember 2021 Blákrossheimið sum viðgerðarstovn. 

Frælsi og Heilbrigdi eru fyribilsgóðkend av Heilsutrygd, av tí at summi viðurskifti vóru ikki nøktandi. 

Frælsi hevur ov fá starvsfólk til at hava eitt trygt og fullmannað samdøgurtilboð til málbólkin, og hevur heldur ikki fasta avtalu við lækna.

Heilsutrygd metti, at hølini hjá Heilbrigdi vóru ikki hóskandi til rúsviðgerð, og at ein ætlan skuldi gerast fyri løggilding av sálarfrøðingi, stendur í frágreiðingini frá Landsgrannskoðanini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483