Báturin komin afturíaftur

Báturin komin afturíaftur
Róðrarbáturin Guðrun, sum Jákup Jacobsen og Edmund Berg rýmdu av í illveðri í august í fjør, er funnin rekandi vestan fyri Stavanger
Róðrarbáturin Guðrun á dekkinum á Stril Mariner, sum tók hann upp.
 
22.03.2023 - 18:00

Hósdagin 18. august í fjør noyddust Jákup Jacobsen og Edmund Berg í illveðri at rýma av serliga róðrarbáti sínum, Guðruni, á ferð úr Florida til Føroya. 

Teir vóru tá staddir í bretskum sjógvi.

 

Jákup Jacobsen og Edmund Berg ætlaðu at rógva í hesum bátinum úr Florida til Føroya. (Mynd: Sosialurin)

 

Báturin var funnin rekandi í sjónum vestan fyri Stavanger. Her verður hann tikin upp. 

 

Fleiri tímar seinni bjargaði eitt russiskt farmaskip teimum báðum monnunum. 

Bretska bjargingartænastan metti tá, at róðrarbáturin var sokkin. Men nú er báturin funnin rekandi í sjónum vestan fyri Stavanger í Noregi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

22032023_Baturin_Gudrun_og_Jakup


Jákup Jacobsen, sum eigur bátin, takkar reiðarínum á Stril Mariner fyri at hava tikið sær av bátinum. Jákup vónar eina ferð at fáa bátin aftur til Føroya. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096