Á Breddanum: Tilfeingisgjøld í norsku alivinnuni

Á Breddanum: Tilfeingisgjøld í norsku alivinnuni
Sendingin í dag varpar eisini ljós á børn við Downs Syndromi
Tilmæli er nú gjørt til norsku stjórnina um gjøld í alivinnuni. (Savnsmynd: Mowi)
 
24.03.2023 - 09:27

Í Noregi eru eingi gjøld á ali- og fiskivinnuni, tí lobbyisman er ov sterk.

Tað søgdu norsku professararnir, vóru á ráðstevnu um tilfeingisgjøld í Løkshøll tann 17. mars. 

- Hetta er við til at skapa ótryggar karmar fyri vinnuna, segði Karen Helene Ultveit Moe, sum hevur staðið á odda fyri arbeiðinum hjá nýskipanarnevndini, sum hevur gjørt tilmæli til norsku stjórnina at taka støðu til um gjøld á alivinnuna.

 

 

Jógvan D. Hansen og Katrin Kallsberg eru limir í Etiska ráðnum, og tey fara at skifta orð um Downs Syndrom í Breddanum í dag.

 

Downs Syndrom

Tað verða alsamt færri børn fødd við Downs Syndromi í grannalondunum, men í Føroyum verður enn í miðal eitt barn við Downs syndromi føtt um árið,  eins og fyri 10 árum síðani. 

Í øðrum Norðurlondum fáa allar kvinnur tilboð um screening, sum kann staðfesta Downs Syndrom - og síðani tilboð um eina fosturtøku, um barnið hevur Downs Syndrom.

Er hetta meira etiskt skeivt enn vanlig fosturtøka? 

Vit tosa við lækna, og limir í Etiska Ráðnum skifta orð um málið í útvarpsstovuni. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096