Frælsi ov fá starvsfólk til fullmannað samdøgurstilboð

Frælsi ov fá starvsfólk til fullmannað samdøgurstilboð
Landsgrannskoðanin hevur gjørt frágreiðing um teir tríggjar viðgerðarstovnarnar
Viðgerðarstovnurin Frælsi á Eiði.
 
28.03.2023 - 09:19

Viðgerðarstovnurin Frælsi hevur ov fá starvsfólk til at hava eitt trygt og fullmannað samdøgurstilboð til málbólkin hjá stovninum, sigur Heilsutrygd.

Roknskapurin hjá Frælsi vísir ikki, hvussu nógv tað veruliga kostar at reka stovnin. 

Heilsutrygd heldur ikki, at hølini hjá Heilbrigdi eru hóskandi til rúsviðgerð.

Og ein ætlan skal gerast fyri at løggilda sálarfrøðing. 

 

Blákrossheimið góðkent í 2021

Landsgrannskoðanin hevur gjørt frágreiðing um viðgerðarstovnarnar, Blákrossheimið á Nesi, Frælsi á Eiði og Heilbrigdi á Velbastað og vísir til eftirlitið hjá Heilsutrygd.

Heilsutrygd góðkendi í desember 2021 Blákrossheimið sum viðgerðarstovn.

Heilsutrygd fyribilsgóðkendi Frælsi og Heilbrigdi. Stovnarnir fingu millum hálvt og eitt ár at fáa viðurskiftini í rættlag.

Sambært Heilsutrygd er ætlanin at hava fund nú í mars at viðgera spurningin um endaligu góðkenningina hjá Frælsi og Heilbrigdi.

Frágreiðingin frá Landsgrannskoðanini kann lesast her.

 

Heilbrigdi á Velbastað.

 

Viðtøkur dagførast

Í februar í ár segði Heilsumálaráðið, at ásetingin um, at landsstýrisfólkið velur nevndina hjá Heilbrigdi, hevur ikki verið fylgd.

Heilsumálaráðið fer at viðgera hetta saman við stovninum, við tí í hyggju at fáa viðtøkurnar dagførdar.

Í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini stendur eisini, at munur er á játtaða talinum á viðgerðarplássum og veruligu plássunum.

Heilsumálaráðið hevur sagt, at ráðið fer at viðgera hetta málið saman við stovnunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423