Á Breddanum: Ridlandi bankar og semjuskjal um børn

Á Breddanum: Ridlandi bankar og semjuskjal um børn
Malan Johansen, landsbankastjóri, fer at greina støðuna um bankar, sum eru komnir í trupulleikar. Og orðaskifti verður um semjuskjalið, sum skrivað var undir í gjár
Landsstýrisfólk og umboð fyri Kommunufelagið skrivað undir semjuskjalið um børn og ung í Tinganesi í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
29.03.2023 - 09:38

Eitt krím tykist breiða seg millum bankar.

Tí tað eru ikki bara bankar, sum eru langt burturi frá okkara leiðum, ið hava ridlað seinastu tíðina.

Evropeisku stórbankarnir, Credit Suisse og Deutsche Bank, eru eisini ávirkaðir. Hvat er tað hendir millum bankar, og er ein nýggj bankakreppa á veg?

Malan Johansen, landsbankastjóri, greinar støðuna fyri okkum í útvarpsstovuni.

 

Semjuskjal

Øll børn í Føroyum skulu hava tað gott, og Føroyar skulu verða tað besta staðið í heiminum hjá øllum børnum og ungum at vaksa upp í.

Tað eru landsstýrið og kommunurnar samd um, og í gjár var skrivað undir eitt semjuskal um hetta.

Men hvat merkir hetta ítøkiliga, og hvat eru ætlanirnar?

Margit Stóra, landsstýriskvinna í heilsumálum,  Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum, og Tórbjørn Jacobsen, formaður í Kommunufelangum vera í útvarpsstovuni.

Breddin í útvarpinum og á kvf. fo klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096