REILEY: Eurovision-framførslan verður størri og øðrvísi

REILEY: Eurovision-framførslan verður størri og øðrvísi
VIDEO: Reiley, ið kemur til Føroya at hava eitt Eurovision-show leygarkvøldið 22. apríl, ferðast nú runt í Evropa og roynir at stimbra undirtøkuna fyri "Breaking My Heart"
Rani "Reiley" Petersen gleðir seg at koma til Føroya at framføra fyri føroyingum
03.04.2023 - 20:33

"Fyrireikingarnar til Eurovision-finaluna ganga væl, men har er langt eftir á mál," sigur Rani Petersen, sum spælir tónleik undir listanavninum Reiley. 

Rani Petersen skrivaði føroyska tónleikasøgu, tá ið hann gjørdist fyrsti føroyingur, ið vann sær luttøku til Eurovision-finaluna. 

Tað hendi, tá ið Rani Petersen vann danska Melodi Grand Prix við sanginum "Breaking My Heart". 

"Showið í Liverpool verður øðrvísi og størri, enn tað var til Melodi Grand Prix. Pallurin í Liverpool er væl størri, og tað ætla vit at gera okkum dælt av," sigur Rani Petersen. 

 

Reiley kann vinna

Í løtuni ferðast Rani Petersen runt í Evropa og hevur undanframførslur av "Breaking My Heart" í stórum Eurovision-londum, eitt nú Spania, Hollandi og Ísrael. 

"Breaking My Heart" og Reiley fáa sera góð skotsmál eftir undanframførsluna í Varsjava í Póllandi.

Eitt nú er Eldar Gasimov, sum saman við Nigar Jamal vann Eurovision sangkappingina í 2011 fyri heimlandið Aserbadjan, sannførdur um, at Reiley við "Breaking My Heart" vinnur Eurovision-sangkappingina. 

Rani Petersen gleðir seg at koma til Føroya at framføra fyri føroyingum. 

"Eg mangli at framføra fyri føroyingum, so tað fari eg at gleða meg til."

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101