Serlæknapuljan var avgerandi fyri meg

Serlæknapuljan var avgerandi fyri meg
Fyri Laurits Frøssing var stuðulin úr serlæknapuljuni ein treyt fyri starvinum á Landssjúkrahúsinum sum serlækni í lungnasjúkum
Fotografur: Bárður Thomsen
23.10.2026 - 19:25

- Eg hevði ikki fingið mítt starv uttan serlæknapuljuna.

Tað sigur Laurits Frøssing, sum byrjaði í starvinum sum serlækni í lungnasjúkum á Landssjúkrahúsinum í september í ár.

Í løtuni eru tríggir serlæknar í lungnasjúkum á Landssjúkrahúsinum. Við stuðli úr serlæknapuljuni fekk hann starvið sum tann triði.

Starvið var eisini ein treyt fyri, at hann flutti til Føroya saman við familjuni.

 

Eingin játtan til serlæknapuljuna næsta ár

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er eingin nýggj játtan sett av til serlæknapuljuna. Í ár eru játtaðar 3,95 milliónir krónur, men eingin nýggj játtan verður næsta ár.

Sjálvur hevur Laurits Frøssing fingið starv á Landssjúkrahúsinum, men hann stúrir fyri, at færri serlæknar verða settir, tí eingin játtan er sett av til puljuna næsta ár.

Sparingin kann merkja, at læknar fara at leita eftir størvum aðrastaðni.

- Tað er óheppið fyri sjúklingar og Heilsuverkið, sigur hann.

 

Sí meira í innslagi í Degi og viku.

LES EISINI: Eingin játtan til serlæknapulju - Læknafelagið rópar varskó

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120