Túsundtals ferðafólk koyra fram við Kornvatni

Túsundtals ferðafólk koyra fram við Kornvatni
Av tí at vegurin hevur stóran týdning fyri ferðavinnuna, hevur Visit Faroe Islands boðið sær til at gjalda ein part av umvælingini
Vegurin fram við Kornvatni í Nes kommunu hevur eisini týdning fyri ferðavinnuna. (Savnsmynd: Nes kommuna)
 
05.04.2023 - 10:56

- Túsundtals ferðafólk eru von at koyra við bussi fram við Kornvatni á Toftum. Tí valdu vit sum eitt undantak at stuðla verkætlanini at bøta um vegin, so til ber at koyra eftir vegnum.   

Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands, sum hevur boðið sær til at rinda part av umvælingini til landsvegin fram við Kornvatni í Nes kommunu.

 

Guðrið Højgaard er stjóri í Visit Faroe Islands.

 

Nes kommuna ætlaði, at kommunan skuldi rinda 200.000 krónur, Visit Faroe Islands 100.000 krónur, og Landsverk skuldi rinda restina,100.000 krónur. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

05042023_Kornvatn_og_VFI

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541