Arbeiðsbyrðan ov stór til barnavitjanir

Arbeiðsbyrðan ov stór til barnavitjanir
Sosialráðgevarafelagið hevur gjørt viðmerkingar til atfinningarnar hjá Umboðsmanninum. Leiðarin á Barnaverndarstovuni heldur, at atfinningarnar eiga at verða tiknar í álvara
Borgný Mohr, forkvinna í Sosialráðgevarafelagnum.
 
05.04.2023 - 13:56

 Arbeiðsbyrðan hjá sosialráðgevum í Føroyum er ov stór. 

Tí klára sosialráðgevar ikki at halda skylduna um at vitja børn, sum eru sett heiman, tvær ferðir um árið, sum reglurnar áseta. 

Tað sigur forkvinnan í Sosialráðgevarafelag Føroya, Borgný Mohr, eftir at Løgtingsins Umboðsmaður hevur funnist at, at henda skyldan ikki verður hildin.

Hoyr samrøðu við Borgný Mohr í útvarpstíðindunum: 

 

05042023_Borgny

 

 

Leiðarin á Barnaverndarstovu Føroya, Oddbjørg Balle, heldur, at atfinningarnar frá Løgtingsins Umboðsmanni um vantandi eftirlitsvitjanir og regluligar samrøður við børn, sum eru sett heiman, eiga at verða tiknar í størsta álvara.

Hoyr samrøðu við Oddbjørg Balle í útvarpstíðindunum:

 

05042023_Oddbjorg

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Mánadag 30. mars
Orðaval #34: Málsløg
206415
Mánadag 30. mars
Morgunlestur mánadagur 30.mars 2026
205926
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 30. mars
Veðrið
206444