Nú ber til at søkja um miðlastuðul

Nú ber til at søkja um miðlastuðul
Umsóknarfreistin til fyrra umfarið, sum umfatar verkætlanarstuðul, er til á middegi 22. mai
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.04.2023 - 10:53

Nú ber til at søkja um miðlastuðul til ítøkiligar verkætlanir.

Tvey stuðulsumfør verða í 2023. 

Umsóknarfreistin til hetta fyrra umfarið, sum umfatar verkætlanarstuðul, er til á middegi 22. mai.

Seinna umfarið, har til ber at søkja um miðlastuðul til skjalprógvaðar útreiðslur, tað er um rakstrarstuðul, hevur freistini 22. august á middegi.

Tvær milliónir krónur eru til miðlastuðul í ár.

70 % vera latin verkætlanum, sum leggja seg eftir at gera loftborið og skrivligt tilfar við journalistiskari dygd og samfelagsligum virði. Hini 30 % fara til lønir hjá miðlunum.

Ein treyt fyri at fáa pengar er, at prentaðir miðlar koma út í minsta lagi eina ferð um vikuna.

Skrivaðir tíðindanetmiðlar og loftbornir tíðindamiðlar skulu hava ein dagligan, javnan og dagførdan tíðindastreym.

Í ár ber bara til at søkja um verkætlanarstuðul eina ferð. Undanfarin ár hava verið tvey umfør.

Orsøkin til broytingina er, at mett verður, at stuðulin við hesum verður latin til ein breiðari skara av verkætlanum og miðlum, stendur í kunngerðini um miðlastuðulin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andaktin
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507