Atlantsflog hevur nú aftur avlop

Atlantsflog hevur nú aftur avlop
Ferðafólkatalið setti met í 2022, og avlopið í rakstrinum var 21 milliónir kr. eftir skatt
351.000 fólk flugu við Atlantic Airways í fjør, og tað er met.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.04.2023 - 15:07

Avlopið hjá Atlantic Airways í fjør var 21 milliónir krónur.

Tað boðar flogfelagið frá í tíðindaskrvi í dag.

Stórur vøkstur í ferðafólkatalinum og økt leiguflúgving hava bøtt munandi um raksturin, ið nú aftur gevur avlop.

Avlopið eftir skatt var 21 milliónir krónur í 2022 samanborið við 10 milliónir krónur í halli árið fyri, sigur Atlantic.

Ársroknskapurin var lagdur fram á árs aðalfundinum, sum hevur verið í dag.

 

Ferðafólkatalið setir met

351.000 ferðandi flugu á rutunetinum hjá Atlantic Airways í 2022. Hetta er met.

Samanborið við 2021 er ferðafólkatalið vaksið 150.000 ferðafólk. Umleið 47 prosent vóru útlendsk ferðafólk, ið svarar til umleið 164.000 ferðaseðlar.

Tá ið føroyingar uttanlands verða taldir við, vísa hagtølini, at umleið 55 prosent av ferðafólkunum eru búsitandi uttanlands.

 

Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður í Atlantsflogi

 

Nevndin afturvald

Øll nevndin var afturvald á aðalfundinum.

Niels Mortensen heldur fram sum nevndarformaður og Kaj Johannesen sum næstformaður. Hini í nevndini eru Esther Dahl, Annika Larsen Black, Jens Eystein í Løðu og Tommy Andreasen, ið er nývaldur sum starvsfólkavaldur nevndarlimur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Fríggjadag 30. oktober
Breddin: Valið í Ísrael og rúsevnaviðgerð
215647
Fríggjadag 30. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Benjamin Rajani
215639
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672