Málið um royndarloyvi hjá Phoenix spøkir aftur

Málið um royndarloyvi hjá Phoenix spøkir aftur
Thor og BankNordik hava skotið ein dóm hjá Føroya rætti inn fyri Eystara landsrætt
Føroya Banki keypti djúpvatnstrolaran Phoenix á tvingsilsuppboði 25.november í 2008, og síðst í 2009 keypti Thor skipið frá bankanum.
 
26.04.2023 - 08:27

Eitt tað elsta málið, - kanska tað elsta í rættarskipanini - verður nú uppaftur eldri, og fær kanska hildið 10 ára jubileum.

Tí Thor og BankNordik hava skotið ein dóm hjá Føroya rætti inn fyri Eystara landsrætt.

Hin parturin er Fiskimálaráðið, sum Føroyar rættur frídømdi. 

Málið byrjaði í 2014, tá eitt skip hjá Thor ikki fekk royndarloyvi at fiska stinglaks, og tí stevndu Thor og BankNordik Fiskimálaráðnum.

Endurgjaldskravið hjá Thor og BankNordik móti Fiskimálaráðnum var komið upp í slakar seks milliónir krónur.

 

Royndarloyvi fylgdi ikki við

Føroya Banki keypti djúpvatnstrolaran Phoenix á tvingsilsuppboði 25.november í 2008, og síðst í 2009 keypti Thor skipið frá bankanum.

Áðrenn hann fór á tvang, hevði Phoenix saman við tveimum øðrum skipum royndarloyvi at fiska stinglaks.

Vanligt er, at fiskiloyvi eru við, tá skip verða seld á tvingilsuppboði.

Og í bankanum og Thor hildu tey eisini, at Phoenix hevði royndarloyvi at fiska stinglaks. Men har var einki royndarloyvi at fiska stinglaks.

Thor og BankNordik skulu eisini, sambært dóminum hjá Føroya rætti, rinda Fiskimálaráðnum 225.000 krónur í sakarmálskostnaði.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Leygardag 7. november
Upp á tá - 061126
216062
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 7. november
Talvið um Tinganes (1:2) - teknmálstulkað
216066
Leygardag 7. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216058
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011