Minni lønarhækking, men meira til eftirløn

Minni lønarhækking, men meira til eftirløn
Føroya arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini hava avtalað broytingar í sáttmálanum
Lønin skuldi hækka 3,50 prosent, men hon hækkar bara 3,34 prosent. Og eftirlønin hækkar úr 11 upp í 11,20 prosent. (Savnsmynd)
 
26.04.2023 - 10:30

Lønarhækkingin hjá arbeiðsfólki minkar 0,20 prosentstig 1.mai.

Men arbeiðsfólk missa ikki pengarnar, tí teir fara til eftirlønina.

Tað hava Føroya arbeiðsgevarafelag og tey fimm arbeiðarafeløgini avtalað.

Lønin skuldi hækka 3,50 prosent, men hon hækkar bara 3,34 prosent. Og eftirlønin hækkar úr 11 upp í 11,20 prosent.

Eftirlønin í arbeiðarasáttmálunum er í dag 11 prosent av lønini. 

Lógarásetta eftirlønargjaldið hækkar 1.januar 2024 við einum prosenti til 10 prosent av løn og frítíðarløn. 

Hetta merkir, at 1.januar lúka sáttmálarnar ikki treytirnar í lógini, tí at 11 prosent av løn er minni enn 10 prosent av løn og frítíðarløn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541