Miðlar á vegamóti: Frágreiðing um ráðstevnuna

Um KVFTíðindi
Miðlar á vegamóti: Frágreiðing um ráðstevnuna
Ráðstevnan “Miðlar á vegamóti” setti sjóneykuna á avbjóðingar og loysnir í føroyska miðlalandslagnum. Les frágreiðingina her
 
26-04-2023

Tað hevur leingi staðið øllum greitt, at føroysku miðlarnir standa á einum vegamóti. Minkandi inntøkur og vaksandi útreiðslur hótta fíggjarliga grundarlagið undir privata blaðmarknaðinum og almenna public service-miðilinum. Samstundis eru bæði staðbundnir miðlar og tjóðarmiðlar undir vaksandi trýsti í alheimsgjørda miðlalandslagnum.

Á ráðstevnuni kom m.a. fram, at:
— Yvir 100 størv eru horvin úr Dimmalætting, Sosialinum
og Kringvarpinum tey seinastu 15 árini

— Altjóða rákið, har fólk vraka tíðindasendingar, tekur dik á seg
— Álitið á public service-miðlum er framvegis stórt
— Privatir miðlar í Føroyum hava munandi minni pengar at arbeiða við pr. íbúgva samanborið við privatar miðlar í størru Norðurlondunum
— Stór ónøgd er við føroysku miðlastuðulsskipanina
— Føroysku lýsingapengarnir fara av landinum
— Broyttu miðlavanarnir hótta savningarmegina í føroyska samfelagnum

Tað finst onki quick fix, sum kann loysa avbjóðingarnar í miðlalandslagnum. Í staðin er tørvur á nýhugsan yvir ein breiðan kamb. Men nýhugsan fremist best innan tryggar karmar; tí mugu vit fáa eina breiða fjølmiðlasemju, sum røkkur tvørtur um valskeið.

Hesi viðurskifti hava stóra ávirkan á okkara fólkaræði og mentan. Ein breið semja má tí byggja á ta sannroynd, at miðlapolitikkurin er partur av mentanarpolitikkinum. Miðlarnir eru almannagagnligir ágóðar og kunnu tí ikki rekast eftir marknaðartreytum aleina. Ynskja vit eitt sterkt miðlalandslag, so mugu atlit takast bæði at fíggjarliga grundarlagnum og fyritreytunum fyri menning innan journalistikk og tøkni.

Miðlarnir mugu eisini í størri mun líta inneftir. Átrokandi arbeiðið at røkka ymsu føroysku málbólkunum í talgilda tilboðsmeldrinum setur nýggj krøv til miðlaleiðslurnar. Her mugu vit tó ongantíð gloyma, at kravið um dygdargóðan og viðkomandi journalistikk eigur at vera í miðdeplinum. Á ráðstevnuni kom fram, at álitið á føroyskum miðlum framvegis er lutfalsliga høgt. Tað má ikki fara fyri skeytið.

Ivan Hentze Niclasen

 

Hesi løgdu fram á ráðstevnuni

— Mark Blach-Ørsten, professari, RUC
— Mads Brandstrup, stjóri, Danske Medier
— Valgerður Anna Jóhannsdóttir, assistant professor, Háskóli Íslands
— Eirikur Lindenskov, stjóri, Sosialurin
— Jóhann Lutzen, stjóri, Norðlýsið
— Ivan Hentze Niclasen, stjóri, Kringvarp Føroya
— Lars Nord, professari, MittUniversitetet
— Signe Ravn-Højgaard, adjunktur, Grønlands Universitet
— Keld Reinicke, miðlaráðgevi og fyrrv. programmleiðari á Tv2
— Heini í Skorini, lektari, Fróðskaparsetur Føroya
— Sveinur Tróndarsson, blaðstjóri, Dimmalætting

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. februar
RagnarRokk 19.februar 2026
203231
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Gregory Spawton um Woodcut
203229
Hósdag 19. februar
RagnarRokk: Rick Hughes um Redemption
203230
Hósdag 19. februar
Eitt korter við Jazztónleiki
204472
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. februar
Brellbiti: Hoydalar
204388
Hósdag 19. februar
Hoydalar: Eivør Pálsdóttir
204418
Hósdag 19. februar
Veðrið
204493
Hósdag 19. februar
Jóhanna: Mín móðir
204500
Hósdag 19. februar
Filip: Elisabet og Elinborg
204498

Um kvf css