Hvat vilja fólk gjalda fyri, og hví ávirkar tað journalistikkin?

Um KVFBloggur
Hvat vilja fólk gjalda fyri, og hví ávirkar tað journalistikkin?
Gjaldsveggir ávirka journalistiska háttin at skriva tíðindi. Vandi er fyri, at journalistar skriva tíðindini á ein hátt, sum skal lokka brúkaran inn um gjaldsveggin
Lars Nord, professari á MittUniversitetet í Sundsvall
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
23.09.2022 - 13:34

Tað kann við tíðini gerast ein avbjóðing fyri lokala fólkaræðið, heldur Lars Nord. 

Svenski professarin Lars Nord er partur av einum granskingarsamstarvi, har miðlagranskarar sleppa at eygleiða, tá strategiskar avgerðir verða tiknar í risastóra svenska miðlasamtakinum MittMedia. MittMedia er eitt samtak av lokalmiðlum. Samtakið hevur 19 talgildar tíðindaportalar og gevur út 28 dagbløð og 15 ókeypis bløð í 64 kommunum. Umsetningurin er 2,6 miljardir svenskar krónur.   

MittMedia gjørdi í 2014 av, at í 2024 skuldu allir miðlarnir í samtakinum vera talgildir. Í staðin fyri at keypa avísir skuldi brúkarin rinda fyri tíðindini á netinum. Miðlasamtakið gjørdi tí eina strategiska ætlan og setti sær fyri at kanna m.a. brúkaramynstur og vilja at gjalda fyri lokaltíðindi á netinum.

Til spurningin “hvat vilja fólk helst gjalda fyri” var úrslitið hetta: 

  • Blá-blunk tíðindi. T.e. tíðindi um løgregluútkall, ógvisligar hendingar, eldar, ólukkur o.tl. 
  • Brotsverk og revsing. Tíðindi um grov brotsverk, og hvussu hesi verða revsað
  • Heilsuverk, røkt og heilsa í lokaløkinum 
  • Ítróttur
  • Vinnulív og fyritøkur í lokaløkinum
  • Undirhaldsjournalistikkur. Myndir av fólkum í veitsluklæðum á reyðu langmottuni o.s.fr.

Lars Nord vísir á, at fólk ikki eru so sinnað at rinda fyri lokaltíðindi um politikk:

“Tað, sum manglaði á yvirlitinum, vóru politiskar reportasjur, reportasjur um lokalpolitikk, og sonevnd “evnistung” tíðindi”.

Tá MittMedia spurdi, “hvussu skulu tíðindini vera framborin fyri, at tú vilt rinda fyri tey”, vóru svarini hesi:  

  • Tíðindini skulu nema við kenslurnar. Søgurnar skulu hava persónligar vinklar um fólk, sum eru rakt av onkrum, ella hava avbjóðingar at dragast við
  • Tíðindini skulu hava frágreiðingar, sum eru viðkomandi fyri meg. Har eg fái nyttu av at lesa um, hvussu t.d. nýggja ferðsluætlanin ávirkar meg, ella broytingin í einum brúkaragjaldi rakar meg
  • Tíðindini skulu hava høgt indentifikatiónsvirði (“hatta kundi verið eg”)
  • Tíðindini skulu hava myndamegi. T.d. beinleiðis stroymingar, tí brúkarin vil yvirhøvur hava tíðindi við myndum, helst livandi myndum
  • Tíðindini kunnu vera um listar, raðlistar og styrkislistar. T.d. ein listi yvir tey 50, sum fáa mest í løn í kommununi

Granskingarverkætlanin verður liðug í 2024, men nakrar ávegis niðurstøður eru longu gjørdar. Lars Nord ger serliga vart við eina, sum kann hava árin á lokala fólkaræðið, nevniliga at gjaldsveggir ávirka journalistikkin. Kunnleikin á redaktiónunum um, hvat slag av journalistikki fólk siga seg vilja gjalda fyri, og hvussu hesi tíðindini skulu vera framborin, ger, at redaktiónirnar leggja dent á júst hetta slagið av journalistikki:

Ongin í dagsins miðlahúsum hevur hug at sita og skriva tíðindi, sum ongin lesur, ella ongin hevur nakra meining um. Tí er eyðvitað, at tað kemur eitt redaktionelt trýst, sum ger, at journalistar skriva tíðindi, sum fólk siga seg vilja gjalda fyri. Og taka vit tað eitt stig víðari, so er sannlíkt, at redaktiónirnar gjøgnum dagin, tá tær gera av, hvørji evni skulu á tíðindabreddan, eisini hava í huga, hvat fólk vilja gjalda fyri, og hvussu fólk vilja hava søgurnar sagdar.     

Í tí sambandinum síggi eg kanska ikki eina beinleiðis hóttan, men heldur eina avbjóðing fyri tað lokala fólkaræðið. Nevniliga hetta at miðlarnir framleiða journalistikk, sum lønar seg fyri miðlarnar, heldur enn at framleiða journalistikk, sum hevur størri týdning fyri lokala fólkaræðið”, sigur Lars Nord.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. november
Vikuskiftið 9 nov 2024
183319
Fríggjadag 8. november
RagnarRokk:Neal Morse um No Hill For A Climber
183242
Fríggjadag 8. november
Góðan morgun Føroyar
183285
Fríggjadag 8. november
Morgunlestur fríggjadagur 8. november 2024
183014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. november
Veðrið
183323
Fríggjadag 8. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183283
Hósdag 7. november
Fólksins rødd - um kommunuvalið (2:4)
183254
Mikudag 6. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
183221
Mikudag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
183172

Um kvf css