Vónin 54 milliónir í avlopi í fjør

Vónin 54 milliónir í avlopi í fjør
Sølan hjá samstakinum vaks 68 milliónir kr. í fjør, men samlaða úrslitið var tó heldur minni enn í fyrraárið
Størsti parturin av søluni hjá Vónini er til útlendskar marknaðir.
Mynd: Vónin  
 
15.05.2023 - 09:48

Úrslitið hjá Vónini í fjør var 54 milliónir kr.

Sølan hjá samstakinum vaks 68 milliónir kr. í fjør, men samlaða úrslitið var tó heldur minni enn í 2021. 

Orsøkin er øktar lønarútreiðslur, inflatiónin, og kostnaðurin fyri tilfar er eisini hækkaður, sigur Vónin tíðindaskrivi. 

Sølan uttanlands veksur støðugt.

Í fjør vóru næstan 75 prosent av samlaðu søluni hjá samtakinum til marknaðir uttan fyri Føroyar. Sølan til alivinnuna var meira enn ein triðingur av allari søluni.

Vónin-samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Danmark, Noreg, Litava og nýliga eisini í Skotlandi.
 

Vónin hevur eisini virksemi í Litava. (Mynd: Vónin)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Sunnudag 8. november
Filosofiskur 7. partur
216049
Leygardag 7. november
PLÁTUPANELIÐ #43 (1976)
216068
Leygardag 7. november
Jambalaja - 071126
216065
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083