Starvsstovan ger staksýni á festivalum og stevnum

Starvsstovan ger staksýni á festivalum og stevnum
Kannað verður, um starvsfólkini hava rein arbeiðsklæði og sleppa á vesi við handvaski, sum ikki er alment
Starvsstovan fer at kanna, um heilsufrøðiligu viðurskiftini í matarvognum og sølubúðum á festivalum, stevnum og øðrum tiltøkum eru í lagi. (Savnsmynd)
 
23.05.2023 - 09:35

Heilsufrøðiliga starvsstovan fer at gera staksýni í summar fyri at kanna, um heilsufrøðiligu viðurskiftini í matarvognum og sølubúðum á festivalum, stevnum og øðrum tiltøkum eru í lagi. 

Kannað verður, um starvsfólkini hava rein arbeiðsklæði og sleppa á vesi við handvaski, sum ikki er alment.

Kannað verður millum annað eisini, um matur, sum skal kølast niður, skal vera kaldur innan tríggjar tímar, og matur, sum verður goymdur í hita, verður goymdur í hita, sum er yvir 65 stig.

Heilsufrøðiliga starvsstovan kannar haraftrat, um matur, sum skal goymast í kulda, verður goymdur nóg kalt.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru reglur, sum eru galdandi um reinføri, matargoymslu og annað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096