Fara helst at lesa aðrastaðni enn í Bretlandi

Fara helst at lesa aðrastaðni enn í Bretlandi
Bretland herðir krøvini til útlendsk lesandi, og tí verður ikki lokkandi hjá føroyingum at fara til Bretlands at lesa, sigur forsetin í MFS
Magnus við Streym er forseti í MFS. (Mynd av Facebook-vanga)
 
24.05.2023 - 13:47

Strongu krøvini hjá bretsku stjórnini til útlendsk lesandi fara at hava við sær, at føroyingar fara at leita sær aðrastaðni at lesa.

Tað væntar forsetin í MFS, Magnus við Streym.

Hann sigur, at um lesandi skulu liva av studningi og ikki sleppa at arbeiða aftrat lesnaðinum, verður fátæksligt hjá teimum.

Hetta fer ikki at gera tað lokkandi hjá føroyskum lesandi at fara til Bretlands at nema sær útbúgving, heldur Magnus við Streym:

 

24042023_MFS_og_lestur_i_Bretlandi

 

 

Nýggju reglurnar um útlendsk lesandi í Bretlandi koma í gildi í januar. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)

 

Bretska stjórnin hevur boðað frá herdum krøvum til tess at minka um streymin av lesandi til landið.

Eitt nú kunnu lesandi ikki longur taka við sær familjulimir, sum tey hava forsyrgjaraskyldu fyri, við til Bretlands. 

Undantikin eru tey, sum taka master í granskingarlærugreinum.

Útlendsk lesandi kunnu heldur ikki longur býta lestrarloyvi um til arbeiðsloyvi, áðrenn lestrartíðin er liðug.. 

Nýggju reglurnar koma í gildi í januar næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096