Á Breddanum: Broytingar í fólkaskúlalógini

Á Breddanum: Broytingar í fólkaskúlalógini
Vit viðgera tilmælini frá arbeiðsbólkinum, sum hevur latið landsstýrismanninum álit um broytingar í fólkaskúlalógini, og orðaskifti verður eisini í útvarpsstovuni
Bárður á Lakjuni, Steffan Klein Poulsen og Jóhannis Joensen, løgtingsmenn, fara at skifta orð í útvarpsstovuni um tilmælini frá arbeiðsbólkinum um broytingar í fólkaskúlalógini.
 
26.05.2023 - 09:02

Næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlunum verður lækkað úr 24 niður í 20 næmingar, skúladagurin hjá næmingunum skal styttast, tvílæraraskipanin skal víðkast til at fata um bæði grund- og miðdeild, teir einstøku skúlarnir fáa størri frælsi at leggja til rættis, og lærarar skulu hava fleiri eftirútbúgvingar.

 

Arbeiðsbólkurin, sum hevur gjørt tilmæli um broytingar í fólkaskúlalógini, avmyndaður saman við Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni, tá álitið varð handað fyrr í vikuni. 

 

Hetta er millum tilmælini um broytingar í fólkaskúlalógini, ið ein arbeiðsbólkur er komin við og hevur handað Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og undirvísingarmálum. 

Vit práta við landsstýrismannin, forkvinnuna í arbeiðsbólkinum, formannin í Kommunufelagnum, og kjak verður í útvarpsstovuni millum politikararnar Jóhannis Joensen, Steffan Klein Poulsen og Bárð á Lakjuni. 

Breddin í útvarpinum klokkan 10.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096